Á heystfjall eftir rossum

Tað er nakað heilt serligt at sleppa á fjall eftir rossum í veldugu víddum Íslands.

Í septembur og oktobur skiftir Ísland ham úr grønum summarlíni í litfagran heystbúna. Eins væl og seyðabóndur fara á fjall eftir seyði hesa ársins tíð, reka rossabóndur eisini ross teirra, sum hava ferðast frítt í fjøllunum alt summarið, heim.

Hesin túrurin er samansettur av trimum reiðdøgum og vitjan á eini av mongum rossastevnum, sum eru í vikuskiftum á heysti.

Myndir frá Á heystfjall eftir rossum

Dag fyri dag

Eftir stutt formæli saðla vit rossini og ríða í dalarnar fyri norðan. Hesa ársins tíð kunnu veðurlíkindini verða so vánalig, at tað er hættisligt at ríða í fjøllunum. Tískil halda vit okkum til góðu reiðræsurnar gjøgnum dalarnar, har vit ma. fylgja heystkløddum áarbakkum í besta blóma. Vit ríða í Aðaldali, Reykjadali og Bárðardali. Við útsýni á Goðafoss, Barnafoss og Ullarfoss ríða vit fram við Laxá og Skjálfandafljót. Dagligu reiðtúrarnir eru um 30 km. Eftir trimum sera góðum døgum á hestbaki koyra vit í útnyrðingspartin av Íslandi, har bøndur og villu ross teirra savnast.  

Les meira Les meira

Luttaka á ferðini

Um tú ert hugaður at luttaka á ferðini, vinaliga fyll út niðanfyristandandi um teg sjálvan og bólk tín. So seta vit okkum í samband við teg sum skjótast, so vit kunnu skifta orð um ferðir og fyrireikingar. Legg tær í geyma, at hóast tú sendir okkum upplýsingarnar niðanfyri, so er tað ikki bindandi avtala um túr. Tú kanst taka endaliga avgerð, tá vit hava svara øllum spurningum tínum og tú ert vísur í, at ávísi túrurin er tann rætti fyri teg