• map

    6 dagar

    Tíð
    Prísur

    2290 euros

     2050GBP

    2690 USD

    • Jul 13 - Jul 18 2020
    • Aug 10 - Aug 15 2020
    • Aug 17 - Aug 22 2020
    • Aug 24 - Aug 29 2020

Ferð í náttúrunnar margfeldi

Norðurísland er kent fyri sítt náttúrumargfeldi.

Reiðtúrurin byrjar úr Saltvík, nærindis Húsavík, og endar í umráðnum við Mývatn, sum er kent fyri gosvirksemi og ríkt fuglalív – serliga mongu sløgini av ontum, sum eiga har. Møguleiki er fyri at enda hesa serligu rundferð í heimsins náttúruveldi við einum serligum hvalatúri.

Vit vitja undurfulla Godafoss og stórbæra Dettifoss. Vit ríða eftir góðum reiðgøtum við ríkum møguleikum at tølta. Av gróðrarmiklari jørð ríða vit móti Gæsafjøllunum, har vit sova í smáttu á Þeistareykum. Har er gosheitt vatn í jørðini, og dampurin stendur frá jarðfrøðiligum dampholum.

Vit ríða í umráðum, har jørðin er rivnað av jarðskjálvtum og øðrum gosvirksemi. Ávegis til Mývatn uppliva vit jørð, ið kókar, og ræðandi gosgrýti, sum minnir okkum á ta gosorku, sum lúrir undir fótum okkara. Eftir drúgvan dag í saðlinum, kemur heita vatnið í heitum potti undir opnum himli í Jarðbøð væl við. Dagarnar eftir ríða vit úr svørtu sandoyðimørkini á Hólasandi til viðarlundaklæddu fjallasíðurnar í Laxárdali. Á síðsta reiðdegnum ríða vit yvir um stóru Laxá, um háslættan á Hvammsheiði, út eftir føgrum fjørði, enntá við sera góðum útsýni út á Skálfandi fjørðin. At enda ríða vit aftur til Saltvíkar.   

Gist verður í 2 – 4 seingjarkømrum á Holidayfarm í Saltvík og eina nátt í soviposa í fjallasmáttuni á Theistareykum. Í Saltvík er atgongd til heitan svimjihyl um kvøldarnar.

Í ár 2000 var hendan ferðin kosin av Sunday Times at vera ein av 10 teim bestu túrunum í heiminum.

Myndir frá Ferð í náttúrunnar margfeldi

Dag fyri dag

Dagur 1.

Tað er ómakaleyst at koyra í bussi av flogvøllinum í Keflavík til vallaraheim í Reykjavík, har gist verður fyrstu náttina. Vit eru sinnað at hjálpa til viðvíkjandi innivisti á hotelli ella vallaraheimi, áðrenn og/ella eftir reiðferðina.

Dagur 2.

Á morgni verður farið á Eagle Air flogvøllinum, haðani flogið verður beinleiðis til Húsavíkar, haðani tað bert eru fimm minuttir í bussi til bóndagarðin í Saltvík.

Vit ríða úr Saltvík eftir stutt viðkomandi formæli. Ávegis til økið Reykjahverfi, við spríkjandi heitum keldum, ríða vit tvørtur um hálendislættan Hvammsheiði. Rossini verða nátt á garðinum Skógar, og vit koyra til Saltvíkar at gista.

Í Saltvík er tær væl unt hvíld í uttandura heitum potti, áðrenn døgurðin verður borðreiddur.

Fyri 450 føroyskar krónur ber til at fara Hvalatúr úr havnini í Húsavík til Skjálfandi – eitt av heimsins bestu støðum at eygleiða bláhval, kúlubøku, sildreka og smáhval. Koyring úr og aftur til Saltvíkar er við í prísinum.

Dagur 3. Skógar - Þeistareykir (35 km)

Reiðtúrurin gjøgnum Geldingadal og um hálendisslættan Reykjaheiði, førir okkum til undurfulla økið við spríkjandi heitum keldum, Þheistareykir. Sum vit ríða um Miðatlantsryggin, fara vit av eini jarðarflógv á aðra. Økið er hugtakandi við tess alskyns litaðu fjøllum, djúpu gossprungum og nógvu orku undir jarðflatuni, sum áhaldandi sniðgevur Ísland. Vit gista í hugnaligari smáttu á Þeistareykum.

Dagur 4. Þeistareykir – Mývatn (40 km)

Av Þeistareykum ríða vit góðar gamlar reiðleiðir fram við Gæsafjøllum, Hrafnabjørgum, vøtnum og gjøgnum viðalundir. Á leiðini er stórfingið útsýni á økið um Mývatn, umringað av gosfjøllum. Í Jarðbøð fáa vit væluppiborna hvíld í stórum nátúrligum heitum potti undir opnum himni, áðrenn døgurðin er á borðinum.   

Dagur 5. Mývatn – Mývatn (30 km)

Dagurin byrjar við áhugaverdari bussrundferð. Vit vitja svarta gosgrýtið og ríka plantuvøksturin á Dimmuborgum. Vit steðga á við kókandi evjur og dampar í Hvervarønd, og seinasti steðgur á busstúrinum er við størsta foss í Evropa, Dettifoss. Á kvøldi ríða vit rundan um Mývatn og uppliva ymiskleikan í náttúruni allan vegin runt – alt frá gróðrarmiklum vøkstri til grýtut mánalandsskap. Somuleiðis uppliva vit sera ríka antarlívið við Mývatn.

Dagur 6. Mývatn – Laxárdalur – Reykjadalur (40 km)

Av Mývatni ríða vit framvið Laxá gjøgnum litríka Laxárdal. Á reiðtúrinum uppliva vit fantastiskar mótsetningar í tíðum umskiftiliga íslendska landslagnum. Vit ríða til garðin Akrar í Reykjadali.

Dagur 7. Reykjadalur – Saltvík (35 km)

Síðsta reiðdagin gongur farleiðin eftir serstakliga góðum reiðrásum gjøgnum Vatnshlíðarskóg, tvørtur um 100 metra breiðu Laxá og fram við stóru seyðarættini Hraunsrétt. Síðsta strekkið er um Hvammsheiði til garðin í Saltvík, har vit á kvøldi hátíðarhalda reiðferðina við endaveitslu.   

Dagur 8. Eftir gott ábit verður flogið til Reykjavíkar, har møguleiki er at hyggja seg um allan dagin. Vallaraheim er í Reykjavík, um ikki onnur ráð eru fyri.

Dagur 9. Bussur steðgar við vallaraheimið og koyrir á flogvøllin í Keflavík, haðani vit heilsa farvæl.

Les meira Les meira

Luttaka á ferðini

Um tú ert hugaður at luttaka á ferðini, vinaliga fyll út niðanfyristandandi um teg sjálvan og bólk tín. So seta vit okkum í samband við teg sum skjótast, so vit kunnu skifta orð um ferðir og fyrireikingar. Legg tær í geyma, at hóast tú sendir okkum upplýsingarnar niðanfyri, so er tað ikki bindandi avtala um túr. Tú kanst taka endaliga avgerð, tá vit hava svara øllum spurningum tínum og tú ert vísur í, at ávísi túrurin er tann rætti fyri teg