Hálandsferð

Ríð norðan fyri Vatnajøkul og uppliv tað størsta óbygda økið í Norðurevropa.

Uppliv bergtakandi hálandið norðan fyri Vatnajøkul á rossabaki. Njót somuleiðis stóra fylgið av leysum rossum, sum vit hava við á ferðini, fyri at klára okkum í hesum veldugu hálandsvíddum. Vit ríða um heiðar, gjøgnum dalar og gjáir, framvið stórum fossum, rundan um hægsta fjall Eysturíslands, Snæfell, fram við jøkli og traðka í náttúrunar heitu pottar. Hendan hálandsferð er so sjáldsom, at tað er meira sannlíkt, at vit møta reindýrum enn fólki.

Myndir frá Hálandsferð

Dag fyri dag

Sunnudagin tann 10. august. Flogferð Reykjavík – Egilsstaðir

Flogfar úr Reykjavík til Eysturíslands á kvøldi. Vit ynskja tykkum vælkomnum á flogvøllinum á Egilsstøðum og syrgja fyri farti til bóndagarðin á Egilsstøðum, har døgurði bíðar, og vit øll hittast. 

Mánadagur tann 11. August. Egilsstaðir – Skriðuklaustur – Fjallaskarðs smátta

Eftir gott ábit á Egilsstøðum fara vit til Skriðuklausturs, har rossini bíða okkum. Eftir stutt og viðkomandi formæli ríða vit úr lágtliggjandi dali niðan á hálendisslætta. Við góðum útsýni ríða vit inn í størsta óbygda økið í Norðurevropa. Vit gista í nýggju smáttuni á Fjallaskarði, undir fjallinum Eyvindarfjøll. (40 km)

Týsdagur tann 12. august. Fjallaskarð – Vaðbrekka – vallaraheimið Skjøldólfsstaðir

Av fjallaskarði ríða vit til Hrafnkelsdals, har gitna Hrafnkelssøgnin fór fram í víkingatíðini. Ferðaleiðarar endurupplíva søgn og søgur á farleiðini. Vit stilla rossini á garðinum Vaðbrekku. Síðani fara vit á garðin Klaustursel, har vit síggja reindýr og rev, áðrenn vit fara á garðin á Skjøldólfsstøðum, har vit rinda møðina í svimjihyli, syngja við legubál og gista. (30 km)

Mikudagur tann 13. august. Skjøldólfsstaðir – Hafrahvammagljúfur – fjallasmáttan Sauðá

Vit ríða til ovurstóru og djúpu gjónna Hafrahvammagljúfur, hvørs uppliving festir seg í minnið. Við útsýni í villar víddir ríða vit í tøltvinaliga gróðrarmikla økinum Vestur-Øræði. Vit ríða til Sauðá og gista í fjallasmáttu. Vit súgva mátt og megi úr friðsælu náttúruni í óbygda víðlendinum eina hásummarsnátt, millum ross og reindýr á beiti, fimm kilometrar norðan fyri Vatnajøkul.

Hósdagin tann 14. august. Sauðá – Snæfell – fjallasmátta á Laugarfell

Vit ríða í størsta tjóðargarði í Evropa við útsýni úr ymsum vinklum á Snæfell, hægsta fjall Eysturíslands. Vit ríða góða reiðleið til fjallasmáttuna á Laugafelli, har vit rinda møðina í náttúrunnar heitu pottum. (35 km)

Fríggjadagin tann 15. august. Laugarfell – Hrakströnd– Egilsstaðir

Vit ríða fram við strórbarum fossum í Jøkulsá í Fljótsdali ávegis oman í Norðurdal. Vit steðga eina løtu í fjallasmáttu við vakran foss í Hrakstrønd og ríða so víðari fram við gjáum og sermerktum homrum. Hesa og síðstu náttina sova vit á Egilsstaðirs garði í Fljótsdali, har ein vertur okkara býr.

Fyri 5.500 ÍSK stendur tað luttakarum okkara í boði at verða koyrd til Vatnajøkul í fýrahjólstrektum bili. Síggj, tevja og leska Evropa størsta ískoll, sum fatar um 8.100 km² og har millum átta gosfjøll. Eitt tignarligt upplivilsi.

Leygardagin tann 16. august. Egilsstaðir – Suðurdalur - Skriðuklaustur

Leysu rossini eru ikki við fyrrpartin. Úr friðarliga Fjlótsdali ríða vit nærindis søguliga Valþjófsstaði inn í Suðurdal, har vit spæla okkum í Keldá. Til ber enntá at royna evnini hjá rossum okkara at svimja. Afturkomin til leysu rossini á Egilsstaðirs garði halda vit matarsteðg og føra so allan rossaflotan til Skriðuklausturs, har vit siga rossunum eitt seinasta takk fyri túrin. Vit hátíðarhalda reiðferðina við døgurða, sangi og hugna. 

Sunnudagin tann 17. august. Garðurin Egilsstaðir – bygdin Egilsstaðir – Reykjavík

Eftir ábit verður flogið aftur til Reykjavíkar, har vit lenda á innanríkisflogvøllinum umleið kl. 10.30. Møguleiki er at gista á hotelli í Reykjavík ella avtala gisting eina eyka nátt á Egilsstøðum.

*Tvey pláss í eystri verða nevnd Egilsstaðir. Annað er bygdin Egilsstaðir, og hitt er garðurin Egilsstaðir.

Les meira Les meira

Luttaka á ferðini

Um tú ert hugaður at luttaka á ferðini, vinaliga fyll út niðanfyristandandi um teg sjálvan og bólk tín. So seta vit okkum í samband við teg sum skjótast, so vit kunnu skifta orð um ferðir og fyrireikingar. Legg tær í geyma, at hóast tú sendir okkum upplýsingarnar niðanfyri, so er tað ikki bindandi avtala um túr. Tú kanst taka endaliga avgerð, tá vit hava svara øllum spurningum tínum og tú ert vísur í, at ávísi túrurin er tann rætti fyri teg