• map

    6 dagar

    Tíð
    Prísur

    2490 euros 

    2050 GBP

    2890 USD

    • Jun 16 - Jun 22 2019
    • Jun 18 - Jun 24 2019
    • Jun 23 - Jun 29 2019
    • Jun 25 - Jul 01 2019

Midnáttarsól

Ljósar summarnætur á Atlantshavsins rond í landnyrðingspartinum av Íslandi.

Tvær vikur um styttsta dag (21. juni) sær sólin alt døgnið, og tað er eitt serligt upplivilsi at síggja tað friðsæla litfagra spælið millum sól og vatn, tá sólarroðin skínur í havið á nátt.

Vit ríða í sjóvarmálanum, og á leiðini vitja vit smáar fiskibygdir. Somuleiðis ríða vit eftir ævintýrkendum gøtum um hálandsfløturnar Melrakkaslétta og Tunguheiði. Útsýnið í friðsælu náttúruni við seyði og fugli er hugtakandi. Vit vitja fjartliggjandi bóndagarðar á farleiðini.

Vit koma framvið størsta fossi í Evropa, Dettifossi, og tjóðargarðurin Jøkulsárgljúfur, er eisini á farleiðini. Jøkulsárgljúfur, har gjógvin Ásbyrgi, sum er 

Myndir frá Midnáttarsól

Dag fyri dag

Tað er ómakaleyst at koyra í bussi av flogvøllinum í Keflavík til hotel ella vallaraheim í Reykjavík at gista fyrstu náttina. Vit eru sinnað at hjálpa til viðvíkjandi innivisti á hotelli ella vallaraheimi, áðrenn og/ella eftir reiðferðina.

Leygardagin tann 21. juni: Saltvík - Þeistareykir ( 30 km)

Á morgni verður farið á Eagle Air flogvøllin, haðani flogið verður beinleiðis til Húsavíkar (flogfar Reykjavík – Húsavík – Reykjavík er við í prísinum). Tað tekur bert fimm minuttir at koyra av flogvøllinum í Húsavík til garðin í Saltvík.

Eftir stutt viðkomandi formæli ríða vit úr Saltvík við kós í hálendið. Vít ríða um lyngheiðar í Reykjaheiði og gosgrýtut lendi til Þeistareykir, har vit gista í fjálgari fjallasmáttu, umgyrd av heitum spríkjandi keldum.

Sunnudagin tann 22. juni: Þeistareykir – Ásbyrgi (30 km)

Í dag ríða vit inn í tjóðargarðin Jøkulsárgljúfur, gjøgnum Bláskógar til gjónna Ásbyrgi, har vit stilla rossini. Vit fara rundtúr í hóvskapaðu gjónni, Ásbyrgi, sum sæmbært søgnini er hóvslóðin hjá Óðins áttabeinta greðingi, Sleipnir. Síðani koyra vit á vallaraheimið Lundur, har vit gista nátt. Møguleiki er at fáa linna í heitum hyli eftir tveir dagar á hestbaki. 

Mánadagin tann 23. juni: Ásbyrgi – Kópasker (35 km)

Hetta er ein dagur við skjótum tølti góðar gamlar reiðleiðir – fram við sjóvarstrond úr Øxarfirði, av garði til garðs, til vit náa fiskibygdini Kópaskeri. Bygdarnavnið sipar til nógva kópin í umráðnum. Tá sólin setir spáka vit eftir sandinum og hyggja eftir kópi.

Týsdagin tann 24. juni: Kópasker – Svalbarð (40 km)

Vit ríða eftir ævintýrkendum gøtum um hálendisslættan Melrakkaslétta, sum er eitt avbera vakurt umráði, fjart í fjøllum. Við útsýni í Atlantshav fyri norðan ríða vit gjøgnum gosgrýtut lendi í Kvíar. Vit gista á vallaraheiminum Svalbarð. Á kvøldi er møguleiki fyri busstúri til Rauðanes at síggja ríka fuglalívið.

Mikudagin tann 25.juni: Svalbarð – Laufskáli ( 40 km)

Vit ríða fram við Svalbarðsá niðan í hálendið aftur, gjøgnum ovurstóra oyðimørk og lyngheiði, til vit koma til fjallasmáttuna Laufskáli, nærindis gosfjallinum Búrfell. 

Hósdagin tann 26. juni: Laufskáli – Lundur ( 25 km )

Við góðum útsýni út í Atlantshav ríða vit gjøgnum gosgrýtut landslag, bjørkviðalundir og eftir væl vallaðum lendi til vallaraheimið Lundur, har vit steðga nátt.

Fríggjadagin tann 27. juni: Lundur – Fjöll ( 35 km)

Vit ríða oman á sandin í Kelduhverfi. Vit tølta við fullari ferð eftir sandinum. Eldhugur birtist í rossunum, tá tey koma á sandin, og tí er tað ein serstøk fragd. Møguliga er kópur í kópalátrinum við Jøkulsá.

Vit ríða fram við Skjálftavatni, sum var snikkað til eftir eini nátt av jarðsskjálvta í 1976.

Eftir reiðtúrin koyra vit til Saltvíkar og gista. Á vegnum vitja vit lundalandið á Tjørnesi. 

Leygardagin tann 28. juli: Fjöll – Saltvík ( 40 km)

Sunnudagin tann 29. juni: Húsavík – Reykjavík

Á morgni verður flogið aftur til Reykjavíkar, har gist verður nátt, áðrenn flogtúrin úr Íslandi.

Siðsta dagin ríða vit niðan aftur á Reykjaheiði og njóta haðani góða gamla reiðleið, til vit aftur eru í Saltvík seinnapartin.

Um kvøldið eta vit síðsta døgurðan saman, sum jú er nakað serligt.  

Les meira Les meira

Luttaka á ferðini

Um tú ert hugaður at luttaka á ferðini, vinaliga fyll út niðanfyristandandi um teg sjálvan og bólk tín. So seta vit okkum í samband við teg sum skjótast, so vit kunnu skifta orð um ferðir og fyrireikingar. Legg tær í geyma, at hóast tú sendir okkum upplýsingarnar niðanfyri, so er tað ikki bindandi avtala um túr. Tú kanst taka endaliga avgerð, tá vit hava svara øllum spurningum tínum og tú ert vísur í, at ávísi túrurin er tann rætti fyri teg