Ovurstóru Gjóturnar

Á hesum reiðtúri koma vit gjøgnum óvanligt landslag, sum í ístíðini er evnað í náttúrunnar bráðpannu, við hjálp frá eldgosi. Landslagið í økinum er dømi um, at vatn arbeiðir áhaldandi og listarligt. Eirindaleyst burturmáar vatnið harðastu hellu og flytur hana úr fjøllum í hav.

Í áratúsund hevur vatnið evnað bergtakandi fjallaryggin Kerlingarfjøll og – alt í einum – vakrar ræðandi gjótur, sum eru klæddar við alskyns litføgrum gróðri, mitt í órørdu náttúru Íslands. Nógvi jarðhitin í økinum fær vatn við stórbærum litríkum miniralum at spríkja upp úr undirgrundini. Hetta sjáldsama umhvørvið við nógvum vatni - í áarløkum, brúsandi áum, fossum, heitum keldum við gandakendum spreingjandi dampi oø. – er ein dreymur í list.

Myndir frá Ovurstóru Gjóturnar

Dag fyri dag

Dagur 1: Kaldbakur – Búðará (gista í smáttu á Svínárnesí)

Bussur er tíðliga eftir luttakarunum í Reykjavík og koyrir tímalongu ferðina til fjarskotna garðin Kalbak, nærindis gjótini Laxárgljúfur, har ferðaleiðarar og ross bjóða vælkomin. Vit ríða um Hrunaheiðar, og girða rossini inni við Búðará. Síðani koyra vit 15 km til fjallasmáttuna á Svínárnesi og gista.

35 km (5 tímar)

Dagur 2: Svínárnes – Fosslækur

Vit koyra aftur til girðingina við Búðará, haðani vit ríða góðar reiðleiðir vestan fyri Búrfell við útsýni á Langjøkul í vestri. Eftir 15 km reiðtúr náa vit til Svínárnes smáttuna, har vit halda matarsteðg. Síðani ríða vit framvið Grjótá til nýgjørdu fjálgu krónna Fosslækur, bygd eftir fornum siði og sniði.

30 km (4 – 5 tímar)

Dagur 3: Fosslækur - Leppistungur
Vit ríða móti bergtakandi fjallarygginum Kerlingarfjøll. Vit koma framvið stóra klettinum Kerling, sum er ein – av morgunsólini steinrunnin – kelling. Fjallaryggurin eitur eftir kellingini. Vit ríða til smáttuna á Leppistungum, har vit gista tvær tær næstu næturnar.

25 km (4 tímar)

Dagur 4: Kerlingargljúfur

Í dag fara vit rannsóknarferð á hestbaki í undurføgru gjótunum Kerlingargjlúfur.Sum vit nærkast hæddunum verður útsýnið alt meiri stórbært í allar ættir.

20 km (4 tímar)

Dagur 5: Leppistungur – Helgaskáli

Vit ríða av Leppistungum til Mikluøldubotnar (15 km), har vit skifta ross. Onkursvegna bera rossini kenslu av, at tey eru ávegis til húsar, og tískil ferðast rossafylgið vanliga við nógvari ferð fyrsta partin av reiðtúrinum. Tað loyvir so eisini okkum at tølta skjótt. Vit ríða í líðum við Geldingafell og oman í Helgaskála, har stórir gásaflokkar gera seg til reiðar at flúgva til bretsku oyggjarnar. Revur heldur somuleiðis til í økinum. Dagurin er langur, men tíansheldur er reiðlendið gott. Á kvøldi hátíðarhalda vit síðsta reiðdagin í fjøllunum.

40 km (7 – 8 tímar)

Dagur 6: Helgaskáli – Kaldbakur

Av Helgaskála ríða vit fram við bergtakandi gjónni Laxárgljúfur, sum er 600 føtur, har hon er djúpast. Vit fylgja gjónni oman á óbygda garðin í Hrunakróki. Síðani halda vit áfram til garðin Kalbak. Luttakarnir velja yndisross sítt at ríða á hetta síðsta strekkið. Rossini kenna kallið heiman og skulu nokk vinna upp hús.

35 km (6 – 8 tímar)

Dagur 7: Fráferð

Eftir ábit koyrir bussur til Reykjavíkar. Mikið sannlíkt koyrir bussurin eina náttúruvakra farleið, har steðgað verður við Gullfoss, á Geysum, har keldur spríkja av jarðarhita, og á Þingvellum, har íslendska landstingið varð stovnað í 930. 

Les meira Les meira

Luttaka á ferðini

Um tú ert hugaður at luttaka á ferðini, vinaliga fyll út niðanfyristandandi um teg sjálvan og bólk tín. So seta vit okkum í samband við teg sum skjótast, so vit kunnu skifta orð um ferðir og fyrireikingar. Legg tær í geyma, at hóast tú sendir okkum upplýsingarnar niðanfyri, so er tað ikki bindandi avtala um túr. Tú kanst taka endaliga avgerð, tá vit hava svara øllum spurningum tínum og tú ert vísur í, at ávísi túrurin er tann rætti fyri teg