Ríðiskeið

Gyltur møguleiki at læra at ríða íslendska rossið rætt.

Túrar okkara eru ein sera góður og stuttligur háttur at betra um eins ríðiførleikar. Á fyriskipaðu ferðum okkara ríður tú á nógvum rossum, við teim styrkjum og veikleikum tey nú einaferð hava. Førleikar tínir betrast nógv eftir fáum døgum, og koma bæði tú og ross at kenna eitt nøgdsemi, sum ikki ber til at lýsa við orðum.

Tað er stórt og hugtakandi at vera í harmoni við eitt ross á ferð gjøgnum Íslands fríðu náttúru, og ein góð kensla at mennast við rossinum. 

Okkara ríðiskeið er sera gott og pakkað í einans fimm dagar. Vit hava tveir royndar ríðivegleiðarar, sum leggja dent á, at luttakararnir læra at ríða rætt øll fimm gonguløgini. Luttakararnir læra eisini at venja ross av við óvanar sum t.d. skeiðtølt og ójavnt tølt, og at arbeiða við trupulleikum sum t.d. stívheit og spenningum. Somuleiðis verður lagdur dentur á samstarv og álit millum ross og reiðfólk.

Hvør luttakari fær tvey ross at arbeiða við. Persónlig frálæra verður givin hvønn dag, har dentur verður lagdur á møguligar trupulleikar hjá rossi og/ella reiðfólki, og tað niður í smálutir. Hvør dagur endar við reiðtúri í tveir tímar, har vit ma. kunnu staðfesta batar í tí vit hava arbeitt við.

Trírættað matskrá og hugnalig samvera á kvøldi.

Ríðiskeiðið byrjar beint eftir Landsmót, sum er annað hvørt ár. Landsmót er størsta íslandsrossastevna í heiminum, við ma. kappingum í teim fimm gonguløgunum – gongu, travi, skeiði, tølt og tvíspori - og framsýningum av alirossum. Vit viðmæla luttakarunum at uppliva Landsmót eisini. 

Myndir frá Ríðiskeið

Dag fyri dag

Vit byrja dagin við heilsugóðum ábiti og práti við ríðivegleiðaran um ríðing og framgongd. Síðani er persónlig frálæra á skránni, sum er snikkað til eftir tínum tørvi og áhuga.

Somuleiðis er tað tær til gagns, um tú fylgir við frálæruni, vit geva hinum luttakarunum.

Eftir persónligu frálæruna fara vit ein túr við rossi okkara eftir reiðræsum runt Arabær garð, har skeiðið verður hildið.

Á kvøldi heldur orðaskiftið um ríðing fram. Eitt av kvøldunum kemur ein av ríðivegleiðarunum, sum eisini er høvuðsdómari í rossakappingum í Íslandi, Sævar Sigurvinsson, at vísa sjónbandaupptøkur og tosa um, hvussu ross verða flokkað og stiggivin í kappingum í Íslandi.

Á seinasta skeiðsdegnum eru stuttligar kappingar á skránni. Luttakararnir sleppa at royna ross teirra, meðan ríðivegleiðararnir geva stig. Eftir fyrsta umfarið er eftirmeting og góð ráð verða givin til síðsta umfarið.

Les meira Les meira

Luttaka á ferðini

Um tú ert hugaður at luttaka á ferðini, vinaliga fyll út niðanfyristandandi um teg sjálvan og bólk tín. So seta vit okkum í samband við teg sum skjótast, so vit kunnu skifta orð um ferðir og fyrireikingar. Legg tær í geyma, at hóast tú sendir okkum upplýsingarnar niðanfyri, so er tað ikki bindandi avtala um túr. Tú kanst taka endaliga avgerð, tá vit hava svara øllum spurningum tínum og tú ert vísur í, at ávísi túrurin er tann rætti fyri teg