• map

    8 dagar

    Tíð
    Prísur

    3090 euros

    2750 GBP

    3450 USD

    • Jul 23 - Jul 30 2020
    • Jul 31 - Aug 07 2020

Sprengisandur

Har Álvadrotningin búleikast!

Íslendingar ræddust í øldir gandakendu farleiðina um størstu oyðimørk Íslands, Sprengisand, og var hetta orsakað av álvum og friðleysum, sum bíðaðu eftir ferðandi. Søgn er um einsamallan mann og upplivingar hansara á Sprengisandi. Sprengisandur er eystasti túrur okkara, og fyrigongur hann um miðju Íslands, millum Vatnajøkul og Langjøkul.  

Náttúrunnar mótsetningar eru heilt fantastiskir á hesi farleið. Vit ríða í grønum dølum, í oyðimørkini Sprengisandi við klettum, svørtum sandi, og vit síggja Vatnajøkul og Langjøkul. Tað er ikki torført at seta seg inn í upplivingar einstaka ferðamansins úr søgnini, tá ein er staddur á Sprengisandi.   

Gist verður á snøggum vallaraheimi fyrstu og síðstu náttina. Hinar næturnar verður sovið í fjallasmáttum. Eftir oyðimarkartúrin verður gist við vatnið Laugafell í serliga snotiligum fjallasmáttum, við natúrligum heitum potti uttanfyri. Tað eru 2 – 4 sengur í hvørjum kamari og heit brúsa á flestum støðum. Hesin túrur fevnir um alt frá spírandi og mildari náttúru til ráa og ræðsluvekjandi somu.

Myndir frá Sprengisandur

Dag fyri dag

Tað er ómakaleyst at koyra í bussi av flogvøllinum í Keflavík til vallaraheim í Reykjavík, har gist verður fyrstu náttina. Vit eru sinnað at hjálpa til viðvíkjandi innivist á hotelli ella vallaraheimi, áðrenn og/ella eftir reiðferðina.

Dagur 1: Saltvík – Akrar (40 km)

Eftir stutt viðkomandi formæli ríða vit úr Saltvík. Kósin verður sett suður eftir Norðuríslands grøna hálendisslætta Hvammsheiði, og harav 10 km í framúrskarandi væl vallaðum reiðlendi í haga. Vit ríða yvir um Laxá við Þúfuvað, har áin er umleið 100 metur breið, grunn og friðarlig. Vit ríða fram við Vestmannsvatni, gjøgnum birkiviðarlundina Vatnshlíð til garðin Akrar, har rossini steðga fyri náttina. Vit koyra til Saltvíkar og gista. Í Saltvík er tær væl unt at rinda møðina í uttandura heitum potti, so tú gerst klárur til næsta ævintýrið.

2. Akrar – Kiðagil ( 35 km)

Vit fara um Fjotsheiði og ríða móti Goðafossi, har vit steðga góða løtu, eta og hyggja okkum um. Síðani halda vit fram niðan við ánni Skjálfandafljót til gistingarstað okkara í Kiðagili.

3. Kiðagil – Ytri Mosar ( 40 km)

Vit halda áfram við ánni Skjálfandifljót niðan á Bárðardal til garðin Mýri, sum er seinasti garður í norði, áðrenn 200 km av villini náttúru bíðar okkum, til vit vinna upp hús í Suðuríslandi. Vit ríða fram við Íshólsvatni og oman í Mjóadal, har vit við Ytri Mosar gista í fjallasmáttu í órørdu náttúruni.  

4. Ytri Mosar – Laugafell (60km)

Vit leggja tíðliga til brots á drúgvasta reiðdegi okkara, har vit siga farvæl við grøna fjallalendið í norði og ríða í oyðimørkina Sprengisand, áðrenn vit lenda á gróðrarblettinum Laugafell, har heitir náttúruskaptir pottar bjóða okkum vælkomnum útí at rinda møðina. 

5. Laugafell – Háumýrar (45km)

Av gróðrarblettinum í oyðimørkini, Laugafelli, ríða vit móti landsynningssíðuni av Langjøkli við ótarnaðum útsýni á jøkulin, til vit at enda koma fram til Háumýrar, har vit gista í tjøldum við síðuna av rossum okkara á beiti. Vit njóta kvøldarfriðin í villu náttúruni millum jøklar.

6. Háumýrar – Versalir ( 40 km)

Millum jøklar ríða vit fram við longstu á Íslands, Þjórsá, til Þjórsárver and Eyvindarver, har leivdir framvegis eru eftir friðleysa Fjalla-Eivindi, sum í seytjan ár livdi í óbygda víðlendinum í átjandu øld.

7. Versalir – Þóristungur (50 km)

Vit ríða fram við Þjórsá, síggja stóra fossin Dynk, og útsýnið gerst alt meiri framúrskarandi, sum vit ríða um Búðarháls og fylgja reiðrás í hæddina. Vit gista í fjallasmáttu á Þóristungum.

8. Þóristungur – Hólaskógur ( 25 km)

Ein góður og róligur reiðdagur, har vit ríða úr aftur villu náttúruni eftr góðari tøltrás til fjálgu fjallasmáttuna í Hólaskógi .  

9. Hólaskógur- Fossnes (35 km)

Síðsta reiðdagin ríða vit eftir góðum reiðræsum í Þjórsárdal. Á leiðini koma vit fram við og vitja endurgjørda víkingagarðin í Støng og ein av hægstu fossum í Íslandi, Háafoss. Vit ríða til frítíðargarðin Fossnes, har enn ein uttandura heitur pottur býður okkum útí at rinda møðina.


 

Les meira Les meira

Luttaka á ferðini

Um tú ert hugaður at luttaka á ferðini, vinaliga fyll út niðanfyristandandi um teg sjálvan og bólk tín. So seta vit okkum í samband við teg sum skjótast, so vit kunnu skifta orð um ferðir og fyrireikingar. Legg tær í geyma, at hóast tú sendir okkum upplýsingarnar niðanfyri, so er tað ikki bindandi avtala um túr. Tú kanst taka endaliga avgerð, tá vit hava svara øllum spurningum tínum og tú ert vísur í, at ávísi túrurin er tann rætti fyri teg