• map

    4 dagar

    Tíð
    Prísur

    1450 EUR

    1200 GBP

    1750 USD

    • Feb 28 - Mar 03 2019
    • Mar 07 - Mar 10 2019
    • Mar 14 - Mar 17 2019
    • Mar 21 - Mar 24 2019
    • Mar 28 - Mar 31 2019

Vetrarreiðtúrur á ísi!

Kom reiðtúr við okkum eftir frystum Mývatni. – Tað er nakað av tí!

Í marsmánaði skipa vit fyri reiðtúri, ið byrjar frá garði okkara í Saltvík. Riðið verður í Atlantshavsins sjóvarmála, og síðani hava vit sett ein heilan dag av til at uppliva – ta serliga góðu og ævintýrkendu kensluna - at ríða á Mývatni, sum altso er fryst.

Í marsmánaði er somuleiðis mikið møguligt, at norðlýsi blaktrar á himmalhválvinum yvir Norðuríslandi. 

Myndir frá Vetrarreiðtúrur á ísi!

Dag fyri dag

Dagur 1: Vit koma antin til Saltvíkar mikudag seinnapart ella hósmorgun. Vit fara fyrst í rossafjós í Saltvík, har ross okkara bíða. Síðani ríða vit fram við sjóvarmálanum til Húsavíkar og aftur (2 – 3 tímar). Seinnapartin er rundtúrur í Húsavík á skránni. Tað inniber savnsvitjanir og túr í svimjihylin við uttandura heitum pottum. Í Saltvík verður døgurði borðreiddur, tá vit koma aftur. 

Dagur 2: Vit koyra rossini í hestavogni til norðurendan av Húsavík og ríða eftir sandi í Atlantshavsins rond gjøgnum bygdina Húsavík til Saltvíkar (4 – 5 tímar).

Dagur 3: Aftur koyra vit rossini í hestavognum til størsta vatn Íslands, Mývatn, sum er fryst og ríða á tí. Serliga ævintýrkenda kenslan at tølta við nógvari ferð eftir ísi er eitt upplivilsi fyri lívið hjá øllum reiðfólki.

Seinnapartin koyra vit til Akureyrar, og um kvøldið fara vit til íslendska skoytikapping á ísvøllinum á Akureyri. Síðstu náttina gista vit á góðum vallaraheimi á Akureyri.

Dagur 4: Eftir ábit á vallaraheiminum koyrir bussur á innanríkisflogvøllin á Akureyri, haðani flogið verður aftur til Reykjavíkar.

Les meira Les meira

Luttaka á ferðini

Um tú ert hugaður at luttaka á ferðini, vinaliga fyll út niðanfyristandandi um teg sjálvan og bólk tín. So seta vit okkum í samband við teg sum skjótast, so vit kunnu skifta orð um ferðir og fyrireikingar. Legg tær í geyma, at hóast tú sendir okkum upplýsingarnar niðanfyri, so er tað ikki bindandi avtala um túr. Tú kanst taka endaliga avgerð, tá vit hava svara øllum spurningum tínum og tú ert vísur í, at ávísi túrurin er tann rætti fyri teg