Veðurlagið

Túrar Rinding Iceland´s fara fram frá seinast í februar til byrjanina av oktobur. Í hesum tíðarskeiðnum er veðurlagið fjølbroytt, serstakliga í fjøllunum, har ofta stutt er millum skiftini. Alt frá lýggjum summardøgum við sól (mest sannlíkt í juli og august), til regn, hvassan vind og enntá kava um oktobur.

Klæði og neyðug útgerð.

Viðføri, sum ikki verður brúkt á ríðitúri ávísan dag, verður ført í bili hagar, túrurin endar seinni á degnum. Vit viðmæla, at tú einans hevur neyðugt og lætt viðføri. Hav helst ”bleytar” ferðataskur við, sum t.d. ítróttataskur el.

Fyriskipararnir syrgja fyri regnklæðum, ríðihjálmi, mateskjum og drekkifløskum.

At hava við:

  • Termoundirklæði (langar undirbuksur og undirtroyggju)
  • Tvey pør av heitum hosum / pulshosum
  • Ríðistivlar úr leðri og vanligar gummistivlar
  • Ríðibuksur.
  • Skjúrtu/blusu
  • Heita troyggju
  • Heitan regnjakka
  • Heitar og vatntættar ríðihandskar
  • Salvur og heftiplástur (t.d. “compeed”)
  • Drúusukur, sjokolátu ea. til skjóta orku á longum ríðitúrum
  • Passandi klæði at sova í (náttklæði/venjingarklæði)
  • Svimjiklæði og handklæði
  • Lítla pútu og oyrnaproppar

Sóttreinsan av ríðiútgerð

Ríðiútgerðin (ríðistivlar, ríðibuksur, jakkar, húgvur/hattar, handskar, osfr.) skal vaskast væl og virðiliga. Nýggj ríðiútgerð og stivlar, sum ikki kunnu vaskast í vaskimaskinu, eigur at vera vaskað og sóttreinsað, sum greitt frá niðanfyri:

  • Vaska væl og virðiliga við reinsievni
  • Turka
  • Sproyta við 1 % Virkon S (10 g. pr. litur av vatni)
  • Áðurnevnda skal vera gjørt við klæði og útgerð minst fimm dagar áðrenn túrin í Íslandi

Saðlar, boksl, múlareimar, grímur og onnur útgerð av leðri má ikki havast við til Íslands. Hesi varsemisráð eru neyðug, eftir sum ongar smittuberandi djórasjúkur eru í Íslandi. Rossini eru ikki koppsett og tískil ógvuliga viðkvom móti smittuberandi sjúkum úr øðrum londum. 

Hvat er við í prísinum

Fyri túrar í Suðuríslandi verður syrgt fyri flutningi til og av hotellinum í Reykjavík. Tá innanríkisflogfør eru við í prísinum, byrjar túrurin á innanríkisflogvøllinum í Reykjavík.

Allar máltíðir við drekka afturvið eru við í prísinum. Rúsdrekka er tó dýrt í Íslandi, so eini ráð eru at keypa tollfrítt á veg til Íslands ella á flogvøllinum.

Flogtúrurin til og úr Íslandi er ikki við í prísinum. Tað sama er galdandi í sambandi við broytta ferðaætlan hjá tí einstaka áðrenn, undir og eftir túrin.

Neyðugar upplýsingar

Fyri at finna rætta túrin og røttu rossini loyva vit okkum at spyrja hvønn einstakan luttakara um aldur, vekt, hædd og ríðiroyndir. Undan túrinum ynskja vit somuleiðis at vita, um serlig atlit skulu takast viðvíkjandi mati - t.d. vegetar, ovurviðkvæmi ea.    

Ferðaleiðari

Minst ein skikkaður yrkisferðaleiðari er við á hvørjum túri, og fær hann eisini neyðugu hjálpina frá royndum reiðfólki. Allir ferðaleiðarar kenna íslendsku náttúruna væl og eru ovurhugaðir rossamenn. Teir greiða fegnir frá um jøklar, eldgos, fuglalív, íslendska søgu og mentan.

Trygd

GSM/farsamband er um næstan alt Ísland – sjálvt fjarast burturi er neyðsamband. Tú hevur sjálvur ábyrgdina at tryggja teg við fullari vanlukku- og ferðatrygging.
 

Stødd av ferðalagi

Ferðaløgini eru 9 - 16 reiðfólk. Vit hava vanliga trý ross til hvørt reiðfólkið. Tað er eisini møguligt at bíleggja reiðtúrar ávísar aðrar leiðir, um ynski er. Setið tykkum vinaliga í samband við meg á sib@riding-iceland.com og fá eitt tilboð.

Førleiki á rossabaki

Fyri at luttaka á túrum okkara krevst, at tú ert rímiliga væl fyri – bæði kropsliga og sálarliga. Somuleiðis krevst, at tú hevur so mikið av royndum á rossabaki, at tú hevur grundleggjandi førleikan, ið krevst at stýra einum rossi, og at tú megnar at ríða og stýra rossi við ymiskari ferð í opnum landslagi. Tað er stórur fyrimunur, um tú ert roynt reiðfólk. Heilt óroynd reiðfólk kunnu tíverri ikki luttaka á vanligu túrum okkara, men vit eru tó somuleiðis sinnað at snikka ein túr til óroynd reiðfólk, um tað skuldi verið.

Børn

Børn eru vælkomin við á túrar okkara, um tey hava royndir og eru væl før fyri at ríða. Tað er 25 % í avsláttri fyri børn undir 12 ár, um tey koma á reiðtúr við vaksnum skyldfólki.

Reiðtúrarnir

Vit ríða umleið 4 – 6 tímar hvønn dag, onkuntíð longur. Tá morgunmaturin er etin, og neyðugu fyrireikingarnar framdar, verður farið avstað. Tað eru ríkir møguleikar at tølta í góðum lendi. Vit hvíla rossini og strekkja bein okkara við støðgum umleið hvønn tíma. Langur steðgur er á middegi, tá vit eta ein bita og skifta ross, áðrenn hildið verður av stað aftur.

Treytir

Í sambandi við bílegging av reiðtúri, verður tú skrásettur sum luttakari, tá upphædd á 30 % av samlaða kostnaðinum er goldin. Hesin peningur verður ikki endurgoldin, um tú ikki luttekur kortini. Tú rindar írestandi upphæddina í seinasta lagi seks vikur undan túrinum. Øll vanlig gjaldskort kunnu nýtast at rinda við.

Gisting

Fyrsta og seinasta náttin á túrinum plagar at vera á garði við góðum fasilitetum, sum song og brúsu. Á túrinum búgva vit annars í smáttum fjart í fjøllum, har alt ferðaliðið í nøkrum tilfeldum húsast í tí eina rúminum. Her kunnu oyrnapropparnir koma til sín rætt!!

Máltíðir

Dagurin byrjar við góðum ábiti (vanliga við heitum havragreyti). Síðani pakka vit mateskjur oa. í saðiltaskur til dagin. Onkrar dagar hava vit samband við fylgjubilin við restini av viðføri okkara. Døgurðin er eitt hæddarpunkt á degnum, har borðreitt verður við sunnum og góðum íslendskum døgurða.  

Lendi

Íslendska lendi minnir í stóran mun um tað føroyska; - óslættar, grót og blotar, grønt og væl vallað lendi osfr. Munurin er ótrúligar víddir av harðvallaðum góðum fjallalendi, sum er vælegnað til slíkar longri reiðtúrar. 

Onnur ítriv

Hóast vit raðfesta ríðing fremst, so kemur tað fyri, at vit seinnapartar vitja áhugaverd og serlig støð á leiðini, sum t.d. heita keldu, serligan foss og ‘heitan pott’. Eitt hugskot er at hava eitt sindur av íslendskum lummapeningi uppi á sær, um høvið býðst at royna annað ítriv, sum at svimja ea. 

Trygging

Allir luttakarar skulu hava góðkenda vanlukku- og ferðatrygging.